Alt til tína rakirutinu - KOKE'
Ein seria inspirera av ferðini hjá Paul Gauguin til Polynesia, við safran og hamp olju. Angin eitur Pacifique og hevur nótar av summar og nattúrini. Safran hevur sera nógvar góðar eginleikar til húðina, og hampolja úr frænum verjir húðina frá rakiblaðnum og sólini, við at leggja ein film á.
Pre-shave olja:
Við safran, hamp olju, bergamot, rabarbu, ginger, peru og træangum. Rakioljan leggur film á húðina og verjir væl. 100ml í fløskuni. Koyr á áðrenn tú koyrir rakisápu á, sum ger at blaðið glíður betur eftir húðini og ger hárini bleytari og lættari at skera.
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.
INGREDIENTS: CAPRYLIC/CAPRIC TRIGLYCERIDE, CANNABIS SATIVA SEED OIL*, HELIANTHUS ANNUUS (Sunflower) SEED OIL*, CROCUS SATIVUS (Saffron) STIGMA EXTRACT, MENTHOL, PARFUM**, TOCOPHEROL (Vit.E).
*From organic farming
**Hypoallergenic/Hypoallergenic