Terms of service
Yvirlit
Hansara.fo er ein heimasíða sum hoyrir til Edvard S. Remberg, V-Tal: 594423. Hansara og Grooming.fo er eitt hjánavn, eins og Quadso er hjánavn.
Um "vit", "okkum" og "okkara" verður brúkt á síðini, so vísir tað til omanfyristandandi.
Hendan síðan hevur til endamál at selja vørur av góðari góðsku til mannfólk - serliga vørur til hár og skeggrøkt. Vørur sum eru til sølu er vanliga á goymslu.
Fyrivarni skal takast fyri útseldum vørum og prísbroytingum.
Um ynski er at bíleggja vørur heim til serlig endamál, kann hetta gerast við at skriva til okkum.
Samband kann fáast við okkum við at senda teldupost til hansara@hansara.fo
Allar vørur eru ogn hjá okkum inntil vøran er goldin.
Vit tilskilja okkum rætt at nokta at veita tænastur og vørur. Vit fráskriva alla ábyrgd av nýtslu av vørum, og vísa til treytir frá framleiðara og vegleiðingar umframt vanligan fornuft.
Rakibløð og annað líknandi verður bert selt til persónar yvir 18 ár.
Gjalding
Til ber at gjalda við Mastercard og Visakort. Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað. Vit brúka QuickPay sum gjaldsloysn og Clearhaus A/S sum acquirer.
Til ber eisini at gera bankaflyting eftir avtalu. Send boð á messenger ella við telduposta á hansara@hansara.fo hvat fyri vøra sum talan er um, og vit gera ein faktura sum kann flytast eftir, sum vit senda við teldupost.
Spurningar um hetta kunnu sendast til hansara@hansara.fo.