Ein 'hypoallergenic' kropssápa við bummulsbandi fast í sápuni, soleiðis at ikki er neyðugt at leggja hana frá sær meðan hon verður brúkt. Við valmuufræ í sápuni verður húðin eksfolierað.
Sápan hevur macadamiu olju fyri at geva henni dám av showergel og soleiðis at hon er egnað til at vaska hárið við. Safran hevur eisini antibakteriallar eginleikar.
330g av sápu við bandi í sápuni
Basa: Safran, macadamia olju, valmuufræ
Angi: frískur
“no paraben no GMO no gluten no pesticides no SLS/SLES”.
Innihald:"Sodium Palmate, Sodium Palm Kernelate, Aqua, Glycerin, Parfum**, Prunus Amygdalus Dulcis (Sweet Almond) Oil, Macadamia Integrifolia Seed Oil*, Butyrospermum Parkii (Shea) Butter , Sodium Citrate, Papaver Somniferum (Poppy) Seed, Tetrasodium Glutamate Diacetate, Sodium Chloride, Sodium sulfate, Tocopherol, Helianthus Annuus (Sunflower) Seed Oil , Crocus Sativus (Saffron) Stigma Extract, CI"
Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.