Nýtt frá Captain Fawcett - hárpomadir.
Captain Fawcett Clay Pomade - Matt finish.
Hendan pomadan er ein lættari pomada til fínt og miðaltjúkt hár, og kann brúkast fjølbroytt. Hevur ikki glans og gevur hárinum fyllu. Serliga vælegnað til styttri hár.
Angin er mildur og framkomin, og er ein blanding av træ, kryddurtum og sitrus.
Verður latin í 100g dós sum kann endurnýtast.
Brúka fingraspíssanar til at fáa ein lítlan klump úr dósini og smyr í lógvan. Gníggja so skjótt lógvanar saman so at pomadan verður hitað og deild út javnt. Koyri í handklæð-turkað hár og set hárið. Byrja við minni nøgd fyri at hárið ikki skal virka feittut. Set hárið við kamb ella fingrum. Fyri at fáa eyka fyllu kann hárið føn-turkast.
Hetta Clay ger at hárið kann endur-setast gjøgnum dagin.
Innihald:"Aqua, Kaolin, Petrolatum, Cera Alba, PEG-7 Glyceryl Cocoate, Cetoleth-5, VP/VA Copolymer, AMP-Acrylates/Allyl Methacrylate Copolymer, Copernicia Cerifera Cera, Ceteareth-25, Parfum, Phenoxylethanol, Polyacrylamide, Ethylhexylglycerin, C13-14 Isoparaffin, Laureth-7, Acrylamide, Citral, Citronellol, Coumarin, Evernia Prunastri Extract, Limonene, Linalool, CI77499."
Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber. Góðskan er í hásæti.