Krokos linjan hjá Abbate Y La Mantia er flagskipið - umleið 3 ferðir so nógv safran fer í Krokos í mun til hinar vørunar.
Cologne er eitt luktilsi sum er bygt upp við 3 nótum, topp, mið og basisnótum.
Toppnótin er tann sum tú merkir beinanvegin og er tann sum tekur fyrst av. Í hesari cologne er sitrus angi.
Miðnótin, sum kemur spakuliga men heldur longur, er við jasmin, safran, rósum og kumman.
Basisnótin, er hann sum bindur hinar saman og er meira diskretur, er við moskus, viði, sandalviði, vanilju og ambra.
200ml í ambra glasfløsku fyri at verja innihald.
Basa: Vatn, alkohol (uttan ethyl) frá hveitifermentering og perfuma.
Angi: Safran
Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.