Abbate Y La Mantia Fufluns Cologne
Cologne er eitt luktilsi sum er bygt upp við 3 nótum, topp, mið og basisnótum. Í hesum er tema ein kvøldartúr í einum víngarði.
Toppnótin er tann sum tú merkir beinanvegin og er tann sum tekur fyrst av. Í hesari cologne er hann við drúvum og frískum grasi
Miðnótin, sum kemur spakuliga men heldur longur, er við blákollum, liljum og jasmin.
Basisnótin, er hann sum bindur hinar saman og er meira diskretur, er við tonkabønum, hoyggj og lívviði.
200ml í ambra glasfløsku fyri at verja innihald.
Basis formil: safran
Angi: Drúvir
Innihald:"vatn, alkohol, uttan ethyl, frá hveitifermentering og perfumu"
Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.