Agrumi Di Toscana Rakisápa
Agrumi Di Toscana Rakisápa

Agrumi Di Toscana Rakisápa

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
279,00 kr
Tilboðsprísur
279,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Ein hørð rakisápa frá Abbate Y La Mantia. Agrumi merkir Sitrus og er hendan sápan bygt upp við jarnurt anga við 150mg í dósini.

Ein hørð rakisápa heldur sera longi og gevur eina frálíka barbering. 

Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. Sápan er vælegnað at taka við tá tú ferðast. 

Angin er av jarnurt (vervain), við einum blómuanga. Nótir av sitrón, sitróngras og lemonbalm. Við olju av malurt og safran gevur hetta eina raking sum fær húðina at verða næstan óávirkaða av knívinum. 

Basa: Safran, malurt

Angi: Jarnurt

Um Abbate Y La Mantia:

AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.