Ishtar Rakisápa
Ishtar Rakisápa
Ishtar Rakisápa
Ishtar Rakisápa

Ishtar Rakisápa

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
289,00 kr
Tilboðsprísur
289,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Rakisápa frá Abbate Y La Mantia er av allarbestu góðsku, og ein dós er sera drúgv og heldur til nógvar rakingar. 

Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. 

Ishtar var navnið á portrinum sum skaraði seg framúr í Babylon. Navngivið eftir gudinnuni sum stóð fyri kærleika, vakurleika, kríggj og rættvísi. Hevur tveir kosmetiskar leirar - hvítan (kaolin) sum fyribyrgir at húðin skínur ov nógv og grønan (solum fullonum) sum verjir móti bakterium og hjálpir móti acne og øðrum húðóreinheitum. Hevur ein frískan anga av oud við resin og agarwood.

150g er í einari aluminium dós sum tú kann skúma sápuna í.

Basa: Safran, hvítan og grønan leir
Angi: Kingoud

Vørulýsing:"Cocos nucifera (Coconut) oil, Aqua (Water), Butyrospermum parkii (Shea) butter*, Palmitic acid, Stearic acid, Potassium hydroxide, Glyceryl stearate, Parfum** (Fragrance), Sorbitol, Glycerin, Sodium hydroxide, Lauryl glucoside, Lactic acid, Crocus sativus flower extract*, Solum fullonum (Fuller’s earth), Kaolin (White clay), CI 75810 (Chlorophyllin-copper complex)"

Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.