Alt til tína rakirutinu - Matteo 9-11
Ein seria við anga av Myrru, krydd træ og turkaðum fruktum. Serliga vælegnað til húð við pirrum, eksem og turra húð. Er anti-inflammatorisk og hevur anti-oxidantar.
After shave:
Angar av myrra/krydd, træ og turkaðum fruktum. Eitt aftershave gjørt frá organiskari framleiðslu, bygt upp við safran. 100ml eru í glasinum. Sóttreinsar eventuel lítil prus eftir raking.
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.
Aqua,Alcohol Denat.,Parfum,Trideceth-9,Peg-40 Hydrogenated Castor Oil,Polysorbate 20,Glycerin,Crocus Sativus (Saffron) Stigma Extract**
**From organic farming