Kent rakikustur við svørtum hald og grevlingahári.
Ein frálíkur byrjunarkustur við natúrhári.
At brúka rakikust til at koyra rakiskúm á við, ger at húðin verður exfoliera og hárini bloytt og lyft upp frá húðini. Hetta ger rakiuplivilsi nógv betur, óansæð hvat fyri rakiknívur verður brúktur.
Longd 110mm, knútavídd: 20mm
Koyr kustin undir heitt vatn eina løtu fyri at mýkja hárini, og lat vætuna verða í kustinum. Hetta ger at húðin á andlitinum ikki turkar upp og verjir betur.
Skúma við at koyra krem beinleiðis í kustin, ella skúma tað upp í einari rakiskál. Um tú brúkar rakisápu, so rør eina løtu í sápuni og bygg upp í einari skál.
Skola væl av aftaná við vatni og ryst tað so úr.
Kent Brushes er heimsins elsti hárbustframleiðari, stovnað í 1777 og er almennur veitari til enska kongahúsið í nýggju fylgjandi ættarlið. Flestu bustinar eru hondgjørdar í Onglandi og hava høga góðsku. Kent Brushes hevur eitt breitt úrval av bustum og tilhoyr.