Nýtt frá Captain Fawcett - hárpomadir.
Captain Fawcett Strong Pomade - High shine and strong hold.
Hendan pomadan gevur eyka glans til hárið og egnar seg væl til miðal og tjúkt hár, uttan at pomadan fær hárið at detta niður. Kann brúkast til nógvar ymiskar stílar.
Angin er mildur og framkomin, og er ein blanding av grønum gróðri, træ, kryddurtum og sitrus.
Verður latin í 100g dós sum kann endurnýtast.
Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi av hægstu góðsku. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber.
Aqua, Ceteareth-25, Ceteareth-20, PEG-7 Glyceryl Cocoate, AMP-Acrylates/Allyl Methacrylate Copolymer, PEG-40 Hydrogenated Castor Oil, Parfum, Glycerin, Polyacrylate-2 Crosspolymer, Benzyl Alcohol, Disodium EDTA, Citral, Citronellol, Coumarin, Evernia Prunastri Extract, Geraniol, Limonene, Linalool, CI 42090, CI 14700, CI 19140.
Brúka fingraspíssanar til at fáa ein lítlan klump úr dósini og smyr í lógvan. Gníggja so skjótt lógvanar saman so at pomadan verður hitað og deild út javnt. Koyri í handklæð-turkað hár og set hárið. Byrja við minni nøgd fyri at hárið ikki skal virka feittut. Set hárið við kamb ella fingrum. Fyri at fáa eyka fyllu kann hárið føn-turkast.