Rufus Hound's Triumphant Beard Balm
Rufus Hound's Triumphant Beard Balm
Rufus Hound's Triumphant Beard Balm
Rufus Hound's Triumphant Beard Balm

Rufus Hound's Triumphant Beard Balm

Veitari
Captain Fawcett
Vanligur prísur
200,00 kr
Tilboðsprísur
200,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Captain Fawcett Rufus Hound's Triumphant Beard Balm

Rufus Hound er ein bretskur skemtari sum hevur gjørt hesa frísku seriuna saman við Captain Fawcett, sum hevur navngivið hana eftir motorsúkklumerkinum Triumph sum hann plagar at koyra við ígjøgnum Ongland.

Ein rúsandi angi við toppnotu av bergamot, lime og ylang, miðnóta av sólberum, nelikum og galbanum meðan basisnotan er  av sandalviði, ambra og moskus. Hendan blandingin er framúr og hevur ein anga av vár.

Er í einari aluminium dós við 60ml.

Koyr baksíðuna av tummilsneglini í dósina og fá eina lítla mongd úr, og koyr tað í lógvan. Gníggja tað í lógvan og arbeiði tað inn í skeggið. Enda við at busta skeggið fyri at seta tað og fáa eitt betur hald.

Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber. Góðskan er í hásæti.