Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett
Koke' rakisett

Koke' rakisett

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
699,00 kr
Tilboðsprísur
699,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Alt til tína rakirutinu - KOKE'

Ein seria inspirera av ferðini hjá Paul Gauguin til Polynesia, við safran og hamp olju. Angin eitur Pacifique og hevur nótar av summar og nattúrini. Safran hevur sera nógvar góðar eginleikar til húðina, og hampolja úr frænum verjir húðina frá rakiblaðnum og sólini, við at leggja ein film á.

Pre-shave olja:

Við safran, hamp olju, bergamot, rabarbu, ginger, peru og træangum. Rakioljan leggur film á húðina og verjir væl. 100ml í fløskuni. Koyr á áðrenn tú koyrir rakisápu á, sum ger at blaðið glíður betur eftir húðini og ger hárini bleytari og lættari at skera.

Hørð rakisápa:

Við safran, hamp olju, bergamot, rabarbu, ginger, peru og træangum. Rakisápan leggur film á húðina og verjir væl. Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. Sápan er vælegnað at taka við tá tú ferðast. Hjálpir tá húð skriðar og kølir húðina, umframt at trimma húðina og stimbrar blóðreinsl.

After shave:

Angin er Pacifique, bergamot, rabarbu, ginger, peru og træangum. Eitt aftershave gjørt frá organiskari framleiðslu, bygt upp við safran. 100ml eru í glasinum. Sóttreinsar eventuel lítil prus eftir raking. 

Um Abbate Y La Mantia:

AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.

Customer Reviews

Be the first to write a review
0%
(0)
0%
(0)
0%
(0)
0%
(0)
0%
(0)