Isacco Rakisápa
Isacco Rakisápa
Isacco Rakisápa

Isacco Rakisápa

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
219,00 kr
Tilboðsprísur
219,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Rakisápa frá Abbate Y La Mantia er av allarbestu góðsku, og ein dós er sera drúgv og heldur til nógvar rakingar. 

Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. 

Isacco er navngivin eftir Isaac Newton tá hann sá súrepli detta á jørðina. Súrepli saman við figu gevur ein blanding av sýrligum og søtum anga við vitaminum frá frugtunum.

150g er í einari aluminium dós sum tú kann skúma sápuna í.

Basa: Safran, súrepladjús
Angi: Green Apple og Black Fig

Um Abbate Y La Mantia:

AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.