Ein hørð rakisápa frá Abbate Y La Mantia. Agrumi merkir Sitrus og er hendan sápan bygt upp við anga við neroli blomstrinum við 150mg í dósini.
Ein hørð rakisápa heldur sera longi og gevur eina frálíka barbering.
Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. Sápan er vælegnað at taka við tá tú ferðast.
Angin er frískur við trænóta og sitrus. Fyri 1kg av neroli skal brúkast 1000kg av appelsinblomstrum
Hendan sápan er bygd til at hydrera húðina eyka nógv við pistasiuolju og endurnýggja húðina við safran.
Basa: Safran, pistasiu
Angi: Appelsinblomstur
Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.