Á Hansara.fo hava vit nógvar vørur sum eru til skeggrøkt. Her er ein stutt lýsing av merkjum og vørunum.
Skeggolja
Skeggoljan er serliga góð til at pleja skeggið og sjálva húðina undir skegginum. Summi uppliva at húðin undir skegginum "flakar" og tað sær út sum flus er í skegginum. Við at brúka skeggolju, so fær húðin tær oljur sum ger at hon blivur sunn og ikki flakar. Oljan gevur eisini skeggið glans og sær frískari út, umframt hon eisini hjálpir at fáa tað at liggja betur.
Koyr nakrar fáar dropar í lógvan og gnýggja hesar saman og massera so í skeggið og inn í húðina. Brúka eina skeggbust fyri betur at fordeila oljuna.
Oljan fæst í ymiskum merkjum og hevur ymiskar angar
Skeggbalsam
Skeggbalsam, ella Beard Balm, verður brúkt at koyra í skeggið fyri at temja tað og kunna stíla skeggið. Tað hevur ofta sama konsistens sum voks. Tað plejar eisini skeggið og fuktar tað og ger tað bleytari. Tað ber væl til at fyrst brúka olju, og síðani koyra balsam í aftaná fyri at seta skeggið. Eins við oljuni, so hevur balsami eisini ymiskar angar. Flestu angar finnast bæði sum balm og sum olja.
Koyr tummil-neglina í skeggbalsami og fá eina lítla mongd upp, sum tú so koyrir í lógvan. Massera lógvanar soleiðis at "voksi" hitast og fordeilist í lógvanar, og massera í skeggið. Brúka skeggbust fyri at stíla tað aftaná.
Merkini
Eitt sindur um merkini sum vit umboða, sum øll eru góð og nattúrlig.
Sweyn Forkbeard - Allar vørur frá Sweyn Forkbeard eru hondgjørdar í smærri nøgdum í London og 100% organiskar. Høg góðska og drúgt.
Captain Fawcett - Eisini eitt merkið frá Onglandi sum er "high end". Oljur og Balm fáast í sama anga, og ofta eru seriunar knýttar til persónligheitir - t.d. John Petrucci hevur lagt navn til Nebula.
18.21 Man Made - Hetta er eitt Amerikanskt merki sum hevur ein rættuliga eyðmerktan og góðan anga við spiced vanilla. Sera gott Beard Balm og lætt at koyra .
Abbate Y La Mantia - er eitt Italiskt merki sum er bygt upp av Safran petels (sá) sum er serstakliga gott til kosmetik og húðrøkt.
The Bluebeards Revenge - Enn eitt merkið úr Onglandi sum hevur sum mál at hava haldføri í teirra vørum, bæði við framleiðslu og innpakning. Góðskan er góð og prísurin eisini. Eitt ektað Barbershop Brand.
Skriva viðmerking