Handil er opin aftur seinni í dag og bíleggingar kunnu heintast eftir kl 16

Abbate Y La Mantia - Fufluns Rakisápa
Abbate Y La Mantia - Fufluns Rakisápa
Abbate Y La Mantia - Fufluns Rakisápa
Abbate Y La Mantia - Fufluns Rakisápa

Abbate Y La Mantia - Fufluns Rakisápa

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
219,00 kr
Tilboðsprísur
219,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Rakisápa frá Abbate Y La Mantia er av allarbestu góðsku, og ein dós er sera drúgv og heldur til nógvar rakingar. 

Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. 

Fufluns var gudurin fyri vín, heilsu og eyðnusemi hjá Etruscan fólkinum. 

Rakisápan er bygd upp við mjólk frá trimum djórum, asni, kúgv og geit. Safran finst bert í kosmetikki av hægstu góðsku og hjálpir móti reyðari húð og antiradikalir, er linnandi og sera vælegnað til sarta húð.

150g er í einari aluminium dós sum tú kann skúma sápuna í.
Basa: Safran, Mjólk fra neyt, asna og geit.
Angi: Drúvur

Vørulýsing:"Cocos Nucifera (Coconut) Oil, Aqua (Water), Stearic Acid, Butyrospermum Parkii (Shea) Butter*, Palmitic Acid, Potassium Hydroxide, Glyceryl Stearate, Parfum (Fragrance), Sorbitol, Glycerin, Sodium Hydroxide, Lac (cow milk), Lactic Acid, Lauryl Glucoside, Donkey (asino) Milk, Goat (capra) Milk, Crocus Sativus (Saffron) Stigma Extract*, Benzyl Benzoate, Citronellol, Coumarin, Hexyl Cinnamal, Limonene, Linalool."

Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.

Ummæli

Grunda á 1 ummæli Skriva eitt ummæli