Shaving Cream
Shaving Cream
Shaving Cream
Shaving Cream
Shaving Cream

Shaving Cream

Veitari
Captain Fawcett
Vanligur prísur
199,00 kr
Tilboðsprísur
199,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Captain Fawcett Shaving Cream í 150ml tubu.

Rakikremi er partur av "Expedition Reserve" anganum við anga sum er grannálum, elemi, kumman og koriander sum síðani fer yvir í roykilsi, patchouli og tubbak og basis anga við sandalviði og ambra. Gevur eina tætta raking og verjir húðina væl, og ger tað lætt hjá rækiknívinum at fara yvir andlitið uttan at fara illa við húðini.

Brúka soleiðis:

Brúka ein rakikust, sum tú setur í heitt vatn eina løtu (1 min). Ryst eitt sindur av vætuni úr kustinum.

Koyr eitt sindur av krem í eina rakiskál og rør í við rakikustinum til tú fært eitt gott skúm. Smyr tað síðani á andlitið við rørandi rørslum fyri at mýkja hárini og gera rakingina betur. Um tú ikki hevur eina rakiskál, so ber til at skúma tað upp í lógvan ella beinleiðis á andlitið (koyr tá rakikrem beint í rakikustin).

Innihald:"Aqua, Stearic Acid, Myristic Acid, Potassium hydroxide, Coconut Acid, Glycerin, Parfum, Triethanolamine*, Sodium hydroxide, Linalool*, Eugenol*, Limonene*.

*Naturally found in essential oils."

Captain Fawcett er eitt klassiskt Barbershop brand úr Onglandi. Angin gevur kensluna at tú ert og vitjar ein barber. Góðskan er í hásæti.