
THE BLUEBEARDS REVENGE CUTLASS DOUBLE-EDGE SAFETY RAZOR
Rakihøvil frá The Bluebeards Revenge - gloppið millum verju og knív er hvussu "strangur" ein knívur verður mettur at verða. Hesin er undir-miðal og sera lættur at brúka - legg verjuna móti húðini og drag til tú merkir mótstøðu, so hevur tú funnið rætta vinkulin.
Um tú ikki missur hann á harða fladu, so heldur hann í sera langa tíð.
Tá tú brúkar ein rakihøvil, so skavar hann ikki húðina eins og eingangsbløð við fleiri knívum - hesin skerir bert hárini av, og tí fer hann væl við húðina. Tey sum kenna til "skeggpest" eiga at brúka ein slíkan.
10 rakibløð fylgja við - rakibløðini sum blíva brúkt er sama "snið" sum fyri yvir 100 árum síðani og passa øll til høvilin.
Ummæli
Grunda á 3 ummælir
Skriva eitt ummæli