Fufluns Rakisápa
Fufluns Rakisápa
Fufluns Rakisápa
Fufluns Rakisápa

Fufluns Rakisápa

Veitari
Abbate Y La Mantia
Vanligur prísur
Útseld
Tilboðsprísur
219,00 kr
MVG íroknað. Flutningur verður roknaður við kassan.

Rakisápa frá Abbate Y La Mantia er av allarbestu góðsku, og ein dós er sera drúgv og heldur til nógvar rakingar. 

Til ber at skúma sápuna við einum rakikusti beinleiðis í dósina ella í eina rakiskál. 

Fufluns var gudurin fyri vín, heilsu og eyðnusemi hjá Etruscan fólkinum. 

Rakisápan er bygd upp við mjólk frá trimum djórum, asni, kúgv og geit. Safran finst bert í kosmetikki av hægstu góðsku og hjálpir móti reyðari húð og antiradikalir, er linnandi og sera vælegnað til sarta húð.

150g er í einari aluminium dós sum tú kann skúma sápuna í.
Basa: Safran, Mjólk fra neyt, asna og geit.
Angi: Drúvur

Vørulýsing:"Cocos Nucifera (Coconut) Oil, Aqua (Water), Stearic Acid, Butyrospermum Parkii (Shea) Butter*, Palmitic Acid, Potassium Hydroxide, Glyceryl Stearate, Parfum (Fragrance), Sorbitol, Glycerin, Sodium Hydroxide, Lac (cow milk), Lactic Acid, Lauryl Glucoside, Donkey (asino) Milk, Goat (capra) Milk, Crocus Sativus (Saffron) Stigma Extract*, Benzyl Benzoate, Citronellol, Coumarin, Hexyl Cinnamal, Limonene, Linalool."

Um Abbate Y La Mantia:
AYLM er ein familiufyritøka sum hevur í 20 ár dyrka reint safran í Maremma heyggjunum í Grosseto í Italia. Kosmetisku eginleikanir av safran eru framúr og hevur safran verið brúkt í gamlari tíð. Safran er heimsins dýrasta kryddurt. Ein blóma hevur bert 3 sáðfang, og fyri at gera 1 kilo av safran skulu okkurt um 170.000 blómur heystast við hond og tað ber bert til í einum 6 vikum tíðarskeiðið tá hon blómar. Umframt hetta skal blóman heystast teir fyrstu tímanar av degnum. Alt hetta ger at hetta er dýrasta urtin í heiminum. Brúk av safron sáðfang(pistils) til kosmetik var kent fyri yvir 3500 árum síðani.

Customer Reviews

Based on 1 review
0%
(0)
100%
(1)
0%
(0)
0%
(0)
0%
(0)
R
Rókur
Glimrandi rakikrem

Uttan iva besta rakikremið eg havi roynt. Tað er mjúkt og um tú rør nóg væl verður tað fluffy og effektivt. Eg havi sarta húð men hetta kremið generar meg als ikki. Harumframt luktar tú sum ein gudur aftaná raking. Keyp!